Eitt av teimum stóru heysttiltøkunum í Føroyum er Heystfagnaðurin, sum hildin hevur verið á Eiði seinastu árini, og í heyst verður tiltakið í døgunum, 15.-19. oktober, sum er í heystfrítíðini hjá skúlunum.
Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, fegnast um, at hetta tiltak hevur verið so væl móttikið, bæði av fólkinum í kommununi og øðrum, sum vitja í bygdini teir dagarnar, fagnaðurin er.
Jógvan er eisini millum teirra, ið hava verið við síðan byrjan.
- Vit eru nøkur, sum hava verið við øll árini, og so eru onnur komin aftrat, og tað er altíð gott við nýggjum fólkum. Tiltakið er komið í eina fasta legu, har fleiri fólk í kommununi eftirhondini hava fastar uppgávur.
Hann sigur, at tað er nógv lættari at skipa fyri Heystfagnaðnum nú, enn tá tiltakið skuldi byggjast upp, og alt var nýtt og óroynt.
- Tiltakið hevur velduga stóra undirtøku í bygdini, og fólk gleða seg at taka ímóti gestum. Heystfagnaðurin er í fyrsta lagi eitt stórt familjutiltak, og tá so kvøldið kemur, savnast fólk í dansinum, sum eisini er sera hugnaligt, sigur borgarstjórin.
Jógvan í Skorini vísir á, at á Heystfagnaðinum verður mangt á skránni, sum hevur við seyðahald, fjallgongu, fletting, siðsøgu og landbúnað at gera.
- Vit plaga at siga, at hetta er Føroya bygdasligasta tiltak, og undanfarin tiltøk hava víst, at tørvur hevur verið á einum slíkum tiltaki í Føroyum.
Sum borgarstjóri og ein av stigtakarunum til Heystfagnaðin fegnast hann um stóru undirtøkuna.
- Tað er ókeypis at vitja fagnaðin og tað einasta, tú rindar fyri, er tað, tú keypir, og hetta er fyri sámiligar prísir, sigur borgarstjórin.
Jógvan í Skorini leggur aftrat, at Heystfagnaðurin hevur til endamáls at seta fokus á alt tað, sum heystið hevur og gevur – á seyðin og alt tað, sum hevur við seyðahald og landbúnað at gera.
- Eitt av tiltøkunum, sum plagar at savna nógv fólk, er, tá kúgvin verður flett, og her verða eisini fleiri tiltøk, sum beinleiðis venda sær til børnini, sum eitt nú síging undir tryggum umstøðum.
Borgarstjórin mælir øllum til at fylgja við á Facebook-vanganum hjá Heystfagnaðinum, har kunnað verður leypandi um ymisku tiltøkini, sum verða.
- Vit gleða okkum at taka ímóti gestum, og – enn einaferð - øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu.
##med2##