Piteå tapti á heimavølli - eru fimtaftast

Liðið hjá Áslu Johannesen er bert trý stig omanfyri triðaftasta plássið

Nú bert seks umfør eru eftir at leika eru landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå ikki leysar av botnstríðnum í bestu svensku fótbóltsdeildini. 

 

Piteå tapti í dag á LF Arena leikvøllinum í Piteå 2-3 fyri Vittsjö. 

 

Útiliðið skoraði beint undan steðginum, og beint aftaná steðgin. Tá 65 minuttir vóru leiktir tendraði japanski verjuleikarin, Shiho Matsubara eina vón, tá hon minkaði um munin til 1-2. Men Vittsjö økti til 3-1, og so hjálpti tað ikki so nógv, at Selina Henriksson fekk pyntað um støðuna.

 

Piteå er fimtaftast í deildini við 21 stigum fyri 20 dystir. Tær eru bert trý stig omanfyri Rosengård, ið er á triðaftasta plássinum, ið merkir upp- og niðurflytingardystir móti triðfremsta liðnum í næstbestu deildini við kappingarenda. Tó hevur Piteå níggju stig niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. 

 

Mikudagin klokkan 17.30 spæla Jóhanna Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í BK Häcken toppdyst móti Malmö FF á útivølli. Vinnur Häcken tann dystin vera tær fremst í deildini við 46 stigum. Hammarby er í løtuni fremst í deildini við 45 stigum.