Fyrsta stóra og veruliga royndin hjá favorittunum í Tour de France var á skránni í dag, tá ið teir á fjórða teini skuldu súkkla fyrsta fjallateinin í kappingini, ið var ein 160,5 kilometrar langur teinur úr Sisteron til Orcières-Merlette.
Sum vera man royndu nakrir súkklarar seg við útbroti, og tann síðsti var lettiski Krists Neilands frá Israel Start-Up Nation, ið varð fangaður av feltinum tá ið smáir átta kilometrar vóru eftir av teininum.
Endin á teininum var somikið harður, at nógvir súkklarar dragnaðu. At enda var feltið heilt lítið. Eingin hevði hug at royna seg útifrá, og tískil varð lagt upp til eina veruliga finalu ímillum favorittarnar.
Spurturin byrjaði tá ið 500 metrar vóru eftir, og tað var ein av heilt stóru favorittunum at vinna Tour de France í ár, slovenski Primož Roglič frá Team Jumbo–Visma, ið vann frammanfyri landsmannin Tadej Pogačar frá UAE Team Emirates.
Hetta er triði teinurin, sum 30 ára gamli Primož Roglič vinnur í Tour de France. Hinar báðar teinarnar vann hann í 2017 og 2018. Primož Roglič er fyrrverandi skíðhoppari og byrjaði ikki at súkkla av álvara fyrr enn hann var 23 ára gamal.
Julian Alaphillipe (Deceuninck - Quick Step) sat við allan vegin í dag og varðveitir gulu troyggjuna, men Primož Roglič fær 10 bonus-sekund fyri at vinna dagsins tein og hevur vunnið seg væl inn í kappingina og er nú nummar trý.
Í morgin er ein flatur teinur á skránni, tá ið súkklast skulu 183 kilometrar úr Gap til Privas.
Tour de France topp 5 - samlaða støðan eftir 4. tein
1. Julian Alaphilippe (Deceunick - Quick-Step) - 18:07:04
2. Adam Yates (Mitchelton - Scott) + 0:04
3. Primož Roglič (Team Jumbo-Visma) + 0:07
4. Tadej Pogacar (UAE-Team Emirates) + 0:11
5. Guillaume Martin (Cofidis) + 0:13