FC Nordsjælland vendi 0-2 og 2-4 til 6-4 sigur

Sara Benjaminsen fekk fyrsta dystin, har hon var millum tær fyrstu 11

Savnsmynd: FSF

Liðið hjá Saru Benjaminsen og Káru Sigurðsson, FC Nordsjælland spældi í dag ein minniligan dyst í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Sara fekk sín fyrsta kappingardyst frá dystarbyrjan, og var á vøllinum í 75 minuttir, og Kára kom á vøllin í 87. minutti, tá FC Nordssjælland vann 6-4 á oddaliðnum, HB Køge á útivølli.

 

Verandi meistaraliðið, HB Køge, ið hevur legenduna Nadiu Nadim á liðnum var á odda bæði 2-0 og 4-2, men í báðum førum megnaði FC Nordsjælland at koma afturíaftur, og enntá at koppa dystinum teirra veg.

 

Tað vóru bert seks minuttir leiktir av dystinum, so hevði Nadia Nadim skotið tvey mál, og so var HB Køge á odda 2-0. Undan steðginum skoraði Nsira Ouedraogo tvær ferðir fyri FCN.

 

HB Køge skoraði tvær ferðir fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, og so vóru tær aftur á odda við tveimum málum, men Nsira Ouedraogo minkaði um munin sjey minuttir seinni. Tað gingu bert tríggir minuttir aftrat, so hevði Grace Sery javnað til støðuna 4-4. Fimm minuttir seinni legði Flora Højer FCN á odda 5-4. Í yvirtíðini økti Thea Petersen til 6-4.

 

Vit vóna at hava hæddarpunktini tøk frá dystinum skjótt. 

 

FC Nordsjælland er triðfremst í deildini við 13 stigum. Tær eru bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, HB Køge sum hevur 15 stig. Hevði HB Køge vunnið dagsins dyst høvdu tær verið átta stig frammanfyri FC Nordsjælland. 

 

Týskvøldið 15. september hevur FC Nordsjælland dyst á heimavølli móti næstfremsta liðnum í deildini, FC Midtjyllandi. 

 

##med2##

 

Savnsmynd: FSF

Mynd: FC Nordsjælland