Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard hevur altíð dámað væl at baka. Eitt serligt minni hjá henni er tá hon um jóltíðir bakaði við mammu síni. Tær bakaðu køkuhús, mamman gjørdi kakuna, og Anna Røskva prýddi køkuhúsið.
- Tá hugsaði eg meira um, hvussu tað sá út, men nú hugsi eg meira um smakkin.
At vera skapandi og gera vakrar køkur er framvegis nakað, sum Annu Røskvu dámar væl. Til tíðir bakar hon nógv, og tað fáa starvsfelagar, grannar og frisørurin hjá Annu Røskvu gleði av.
- Eg gerist glað av at baka og geva, og fái altíð okkurt aftur.
##med2##
Anna Røskva bakar einfaldar, og litríkar køkur. Henni dámar best køkur sum hava ein frískan smakk, og ikki eru ov søtar. Hon hevur lært nógv av at vera við í sendingini.
- Eg eri blivin betur til at baka, og havi roynt ymiskt.
Gav mammu síni eitt lyfti
Anna Røskva hevur sæð allar tær undanfarnu sendingarnar av Den store badedyst. Hon plagdi at hyggja saman við mammu síni. Einaferð og segði Anna Røskva til stuttleika, at hon átti at meldað seg til sendingina.
- Mamma svaraði, ja hví ikki, tú dugir væl, og skal fylgja dreyminum.
10 ár seinni er dreymurin vorðin veðurleiki, men mamma Annu Røskvu náddi ikki at uppliva dóttir sína í sendingini, tí hon er ikki millum okkum longur.
- Eg hevði ynskt at hon hevði kunna fylgt við, hon hevði verið so errin og fortalt øllum um hetta.
Mamman er kortini við á annan hátt, Anna Røskva er í troyggju síni til føroyska búnan. Hetta er ein serstøk troyggja, sum mamman bant uttan uppskrift, og í trimum litum.
- Mamma náddi at gera hana lidna, beint áðrenn hon fór.
Av tí at troyggjan hevur stóran týdning fyri Annu Røskvu, var hon eitt sindur bangin fyri at baka í henni, skuldi okkurt komið uppá hana.
- Men eg hugsaði, hvussu ofta fái eg hendan møguleikan?
At vera í troyggjuni hevði eisini tann fyrimunin at Anna Røskva ikki bleiv køld, tí tað var kalt í teltinum í apríl, tá fyrstu upptøkurnar blivu gjørdar.
- Hini vóru køld, men hjá mær var passaligt.
Nógvur spenningur
Tað var nakað serligt at vera við í sendingini. Hetta er 15. árið at DR vísir Den store bagedyst, og tí gjørdu framleiðararnir av, at okkurt nýtt skuldi henda, sendingin skuldi vera meira spennandi og kensluborðin. Tey sum ikki klára seg nóg væl, skulu stríðast ímóti hvørjum øðrum, fyri at vera verðandi í sendingini.
- Tað verður eitt sindur drama frá mínari síðu, tí tað eru nógvar kenslur uppá spæl.
##med3##
Í fyrstuni hugsaði Anna Røskva nógv um at alt bleiv filmað, tey fingu bara tveir tímar at baka í, og køkurin var fremmandur, men tá ein løta var farin, hugsaði hon ikki um tað meira, og hugsavnaði seg bara um baksturin.
- Eg fann útav at eg dugi væl at gera fleiri ting í senn, tað havi eg nokk lært sum sjúkrarøktarfrøðingur og komandi ljósmóðir.
Tey fingu eina uppskrift til hvørja sending at vita frammanundan, og kundu fyrireika seg, restin var ókent, og tí vistu tey ongantíð heilt hvat tey skuldu baka.
Fleiri av hinum luttakarunum tóku nógvar myndir, men Anna Røskva valdi ikki at hava telefonina frammi, hon vildi heldur njóta upplivingina, og vera til staðar í løtuni.
Ein partur av sendingini er at vertur og dómarar koma at práta, og spyrja um ymiskt, tá hevur tað týdning at smílast.
- Eg hugsaði fari avstað, læt meg bara baka. Eg minnist ikki helvtina av tí sum eg havi sagt, og eri líka spent sum øll onnur sum fara at hyggja, sigur Anna Røskva og flennur.
Sendingarnar vóru tiknar upp frá apríl til juni. Upptøkur vóru tvær ferðir um vikuna, og tað vóru langir dagar.
##med4##
- Vit byrjaðu klokkan 7 um morgunin, og vóru ofta ikki liðug fyrr enn klokkan seks um kvøldið. Tað var stravið at fáa alt at ganga upp við arbeiði og lesnaði, men eg hevði tað eisini ótrúliga stuttligt.
Í ár er fyrstuferð at líka nógvar menn og kvinnur eru við, og hetta verður seinastu ferð at Timm Vladimir er vertur.
- Vit høvdu varhugan av at hann skuldi steðga, og tá finalan var, avdúkaði hann at so var. Hann tóktist eitt sindur troyttur, og hevði kanska fingið nokk av okkum, sigur Anna Røskva og flennur.
Anna Røskva er glað fyri øll fólkini hon hevur hitt, og luttakararnir hava fingið eitt serligt samanhald.
- Eg havi fingið nógv góð vinaløg, vit hava havt tað gott saman líka síðani vit møttust til upptøkuroyndirnar.
Umfatandi upptøkuroyndir
Tað komu heili 5000 umsøkjarar til sendingina í ár, og tað er metnógv.
Anna Røskva var til upptøkuroynd í fleiri umførum, og hvørjaferð blivu nøkur sáldaði frá.
Ein upptøkuroynd var í januar, og tá vóru tey 30 luttakarar eftir. Øll høvdu kaku við, og Anna Røskva hugsaði at hon hevði ongan møguleika, tí hennara kaka var nógv einfaldari í útsjónd enn hinar, men hon smakkaði betri enn fleiri av køkunum sum vóru meira pyntaðar.
Tey skuldu upp at fortelja um kakuna, hvørji tey sjálvi vóru, og hvør yndis luttari teirra var.
- Hetta kom púra óvart, og eg var fyrst, men eg hugsaði at nú má eg vísa eg eri føroyingur, og taka tað róligt.
Anna Røskva varð spurd hví hon skuldi vera við,
- Eg svaraði at eg var glað fyri at hon spurdi, og tað var tí at eg trúføst hevði hugt saman við mammu. Luttakarar hava verið úr øllum møguligum londum, men Føroyar mangla.
Í apríl fekk Anna Røskva boðini, hon skuldi vera við í sendingini.
- Eg ferðaðist tá telefonin ringdi, eg hugsaði at hatta kann ikki vera tey, men so var.
Anna Røskva er sera takksom fyri at hon bleiv vald út millum mongu umsøkjararnar, og hon vónar at tað sæst aftur at skíggjanum.
- At vera vald at vera millum tey 10 út av 5000 er nakað heilt serligt, eg eri ovfarin, errin og ótrúliga takksom.
##med5##















