Grundgeving:
Vit eru nú komin til ársins herðaklapp.
Ársins herðaklapp verður á hvørjum ári latið einum persóni ella felagsskapi, sum ger mun fyri tann einstaka, fyri felagsskapin ella fyri bygdina og okkum, sum her búgva og virka.
Tað kann vera ein, ið skipar fyri, samskipar, hjálpir til, stuðlar og annað.
At handa ársins herðaklapp á Vestmannadøgunum, er ein máti hjá Vestmanna kommunu at siga takk.
Aftur í ár komu fleiri góð boð inn til kommununa um fólk, sum hava uppiborið herðaklappið. Tað var tó ein, sum fekk upp í fleiri tilnevningar, og vit halda, at hesin persónurin so sanniliga hevur uppiborið eitt herðaklapp.
Viðkomandi, sum vit nú fara at heiðra, hevur gjørt eitt ólønt arbeiði í nærum 30 ár.
Hetta er eitt arbeiði, sum ávirkar flestu okkara, men sum vit ofta ikki geva okkum far um.
Viðkomandi ger arbeiðið í tí stilla, men er altíð til reiðar, óansæð nær á degnum og hvønn dag í vikuni talan er um, og ringir runt til onnur fólk, so tey eisini eru klár at manna ymsu postarnar.
Tað er til dagar, ið eru fastlagdir í álmanakkanum, men tað er eisini til allar aðrar dagar í árinum, ið stinga seg upp so hvørt, og til teir brádligu dagarnar. Viðkomandi ger klárt, so vit onnur kunnu koma til opnar dyr, og inn í eitt heitt hús við sangi og orðum. Bæði í gleði og álvara.
Summi tykkara hava sikkurt longu gitt, hvønn persón talan er um.
Síðan 1997 hevur viðkomandi ótroyttiliga gjørt hetta arbeiðið ólønt. Og tímarnir eru nógvir ígøgnum eitt ár og ígjøgnum hesi 29 árini samanlagt.
Vit taka tað flest øll fyri givið, at guðstænasta er í Vestmanna kirkju hvønn sunnudag, at til ber at hava barnadópar og vígslur, tá ið tað passar inn í okkara skema, og at jarðarferðir eru væl fyriskipaðar. Men fyri, at hesar dagar skulu ganga upp, so er ein, ið heldur í træðrunum.
Fyri sína trúgvu tænastu verður ársins herðaklapp 2026 latið Jóan Magnusi Olsen.











