Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå spældu í dag dyst á heimavølli í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan.
Á LF Arena eydnaðist tað Piteå frammanfyri 805 áskoðarum at vinna 2-0 á Växjö.
Í 26. minutti átti Ásla uppleggið, tá Sharon Esinam Sampson legði heimaliðið á odda 1-0. Ásla legði hegnisliga ein góðan bólt inn í brotsteigin, har liðfelagin tók av.
14 minuttir seinni økti Ásla til 2-0. Tá var tað Sharon Esinam Sampson, ið spældi Áslu leysa. Við einum væl plasseraðum skoti sendi Ásla bóltin í netið.
Fleiri mál komu ikki, og so kundi heimaliðið fegnast um sigurin.
HER ber til frá heimasíðuni hjá Damallsvenskan at síggja hæddarpunktini frá 2-0 sigrinum hjá Piteå.
Piteå er nummar átta í deildini við 22 stigum.
Sunnudagin 13. september hevur Piteå aftur dyst á heimavølli. Tá kemur AIK Stockholm á vitjan.











