Í summar søktu vit eftir nýggjum verkætlanarleiðara, og áhugin hevur verið ovurhonds stórur.
Vit hava fingið 195 umsóknir úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finnlandi . Tað er fantastiskt, at so nógv vilja gerast partur av Norðurlandahúsinum.
Verkætlanarleiðararnir eru við til at menna og útinna eina fjølbroytta skrá alt árið. Okkara nýggi starvsfelagi fær millum annað ábyrgd av okkara tilboðum til børn og ung.
Nú gleða vit okkum bara til at vita, hvør nýggi starvsfelagin verður, skrivar Norðurlandahúsið í Føroyum á sínum vanga á facebook.











