Fjallmaður og høvundur á Hellunum áttati

Sunnudagin fyllir fjalmaðurin og høvundurin, Alfred Klein, av Hellunum áttati

John Johannessen


Fyri stuttum skrivaði Sosialurin um stórsligna hátíðarhaldið, tá Hellurnar fyltu hálvtannaðhundrað ár. Sunnudagin er aftur ein stórur føðingardagur á Hellunum. Hesaferð er tað ikki sjálv bygdin, men eitt av børnum bygdarinnar, ið fyllir. Talan er um seyðamannin og høvundurin til staðarnavnabókina um Hellurnar, Alfred Klein, ið fyllir áttati. Hann varð borin í heim á Hellunum tann 22. august í 1919.

Tá Alferd Klein var trý ára gamal andaðist móðir hansara, og vaks hann tískil upp hjá Rakul og Cederius Johannesen.

Tíðliga byrjaði Alfred Klein at ganga í hagan. Fyrst var tað saman við pápa hansara, Símuni Paula Klein, men tá hesin andaðist í 1924 fór Alfred at ganga burtur í haga saman við ommubeiggjanum Poul Johannesen. Hesin segðist vera sera vitugur maður, sum visti alt um seyð og haga. Harafturat var hann tilktikin røktingarmaður.

Tá Alfred Klein var vorðin 15 ára gamal, var heilsan hjá ommubeiggjanum farin at bila, og tískil fór hann at hjálpa ommubeiggjanum at røkta á Rustini. Og sostatt kom Alfred at røkta á Rustini í 40 ár, og síðani í Innandals haga í 20 ár. Sostatt kom samlaða virkna skeið hansara sum røktingarmaður at vera heili 60 ár.

Gjøgnum øll hesi seksti árini hevur Alfred Klein havt høvi at nomið sær neyvan kunnleika um staðarnøvn kring um í hagunum. Tó sigst, at tað var ommubeiggin, ið legði honum lag á at læra seg tey mongu staðnøvnini.

Tá bókasavnið í Fuglafirði av og á skipar fyri mentanarkvøldum, har siðsøguligt tilfar hevur sín stóra leiklut, bar Petur Martin Petersen einaferð upp á mál við Alfred, at tað hevði verið áhugavert, um hann av og á nýtti nakrar løtur á bókasavninum saman við sær, har teir festu nøkur av staðarnøvnunum á Hellunum niður á blað. Hesum tók Alfred Klein av, og hevur hann saman við Peturi Martin Petersen sitið manga løtuna á bókasavninum í Fuglafirði og skrivað niður staðarnøvn. Hóast ta er trupult at gera eitt fullfíggjað yvirlit yvir staðarnøvn, varð hildið, at tað Alfred Klein hevði fest á blað var so mikið rúgvusmikið, at tað kundi gevast út í sambandi við føðingardagin hjá Hellunum. Tískil er nærlagdi seyðamaðurin, Alfred Klein, vorðin høvundur á gamansaldri. Vit ynskja honum tillukku við føðingardegnum og við útgávuni av heftinum við staðarnøvnum.


Kelda: Forðorðini til »Staðarnøvn á Hellunum«