Fleiri enn 200 handtikin fyri Nato-toppfund

Í døgunum, 7.-8. juli, verður Nato-toppfundur í Ankara í Turkalandi, og í hesum sambandi hava myndugleikarnir í landinum handtikið nógv fólk

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at turkisku myndugleikarnir hava handtikið 209 fólk í høvuðsstaði landsins, Ankara.

 

Handtøkurnar eru framdar í samband við, at Nato-toppfundur verður í býnum 7.-8. juli.

 

Sagt verður, at flestu av teimum handtiknu hoyra til ymiskar felagsskapir á ytra høgraveinginum, sum tikið verður til.

 

Sambært turkisku myndugleikunum er ætlanin at handtaka 241 fólk, harav nøkur eru undir illgruna fyri at hava tilknýti til IS, Islamiskan Stat.

 

Myndugleikarnir í Turkalandi hava gjørt av, at øll mótmælistiltøk eru bannað í Ankara frá og við 28. juni og fram til endan av Nato-toppfundinum.