Ein dystur var tíðliga í morgun - føroyska tíð - leiktur í innleiðandi HM-bólki J millum Algeria og Jordan, ið bæði einki stig høvdu undan uppgerðini á Levi´s leikvøllinum í Kalifornia.
Dysturin endaði við 2-1 sigri til algirsku favorittarnar. Tað var tó Jordan, ið legði á odda. Móti leikgongdini legði Nizar Al Rashdan Jordan á odda níggju minuttir undan steðginum. Í seinna hálvleiki megnaði Algeria tó at venda dystinum upp á 13 minuttir. Nadir Benbouali javnaði við einum stútara í 69. minutti, og tá klokkan vísti 82 minuttir fangaði Amine Gouiri ein leysan bólt og beindi hann í netið, og so kundi algirska áskoðarafjøldin stórfegnast.
Algeria helt lív í HM-vóninia. Jordan má heim aftaná teir hava spælt móti Argentina. Men teir kunnu so ugga seg við, at teir hava skotið mál í tveimum teimum fyrstu HM-endaspælsdystunum í søguni hjá jordanska landsliðnum.
Argentina er fremst í bólkinum við seks stigum. Eysturríki og Algeria hava trý stig hvør. Eysturríki hevur tó betri málmun, og kann tryggja sær annað plássið við javnleiki móti Algeria í seinasta bólkadystinum.
Jordan-Algeria 1-2 (1-0)
1-0 Nizar Al Rashdan ('36)
1-1 Nadhir Benbouali ('69)
1-2 Amine Gouiri ('82)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Jordan og Algeria.
Sunnumorgunin klokkan trý verður leikt soleiðis Argentina-Jordan og Algeria-Eysturríki.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











