Hósdagin verða almennar móttøkur fyri Team Rynkeby

Hósdagin 25.juni súkklar Team Rynkeby hópurin prologin, sum er síðsti túrur í Føroyum, áðrenn liðini fara av landinum 3.juli at súkkla longu leiðina til París

Á prologinum vitja liðini kommunur og fyritøkur, sum skipa fyri almennari móttøku.

 

Skráin er henda:

 

Kl 10.30 - 11.10: Á Helnabrekku í Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna er vertur.

 

Kl 11.20 – 11.35: Klaksvíkar sjúkrahús.

 

Kl 12.10 – 12.35: Eystur kommuna í Norðragøtu.

 

Kl 13.05 – 13.20: Bakkafrost á Glyvrum.

 

Kl 13.25 – 13.50: Betri í Saltangará.

 

Kl 14.00 – 14.30: Nes kommuna, Toftir.

 

Kl 14.50 - 15.15: Sjóvar kommuna, Strendur

 

Kl 16.30– 17.00: Mørkin, Streymnes. Sunda Kommuna er vertur.

 

Kl 18.45 – 19.30: Perlutorgið, Reinsaríið í Havn. Tórshavnar kommuna er vertur.

 

Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin at heilsa uppá og ynskja góðan túr

 

Hetta er 13. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París. Undirtøkan at vera við í felagsskapinum og áhugin at stuðla innsavningini til álvarsliga sjúk børn og familjur teirra er vaksin á hvørjum ári. Aftur í ár eru tvey lið: Team Rynkeby Føroyar og Team Sornfelli - ið er fjallaliðið, sum súkklar til París á triðja sinni.

 

Team Rynkeby Føroyar súkklar leiðina Danmark – Týskland – Holland – Belgia – Frankaríki, meðan Team Sornfelli byrjar í Geneve og súkklar í fronsku alpunum, áðrenn tey leggja leiðina norðureftir, har bæði føroysku liðini hittast og koyra saman inn til París.