- Tað eru framvegis fleiri oljutangar í húsum í Vestmanna, sum ikki eru skrásettir. Tað hevur týdning, at tangarnir verða skrásettir, tí 1. januar 2026 gjørdust fleiri kanska ólógligir.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Í kommununi vísa tey til eina kunngerð um oljutangar, sum er frá 2018. Kunngerðin kravdi, at tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir, hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skuldu takast úr nýtslu í húsum, sum vóru bygd fram til og við 1980.
- 1. januar 2026 kom ásetingin eisini í gildi fyri hús, sum eru bygd í tíðarskeiðnum 1981-2000. Tí hevur tað stóran týdning, at oljutangin verður kannaður, skrásettur og helst skiftur, um hann ikki lýkur krøvini, sum kunngerðin ásetur.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at hevur tú ein gamlan oljutanga, skalt tú sum borgari vera greiður yvir, at tangin er í vanda fyri at dálka bæði mold og vatn.
- Hendir hetta, kann tað gerast dýrt, tí tryggingin tekur bara við, tá øll lógarkravd viðurskifti eru í lagi. Grundeigarin hevur tí fulla ábyrgd fyri, at tangin er lógligur og ikki er í vanda fyri at dálka umhvørvið.
Eisini tey, sum ongan oljutanga hava, eiga at skráseta seg og boða frá, at eingin oljutangi er á ognini.
- Skrásetingarskipanin gevur tær møguleika at skráseta fleiri oljutangaviðurskifti. Tú skalt til dømis bæði brúka skipanina, tá tú skrásetir verandi oljutanga, og tá tú boðar frá, at oljutangin er tikin úr nýtslu.
Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni - www.vestmanna.fo











