Føroyska U18 landsliðið við gentum hevur fyri løtu síðani tapt 1-3 ímóti Íslandi við settúrslitunum 22-25, 31-29, 19-25 og 13-15. Fyrstu tvey settini valdu føroyski venjararnir at halda sterkastu uppstilling. Ímóti endanum av 3 settið byrjaði hann at skifta út fyri at spara leikrar til hálvfinalurnar í morgin. Í fjórða settinum var liðið heilt skift og allir berandi leikararnir á liðnum sótu uttanfyri.
Talan er um eitt sera sterkt íslendskt lið, sum íslendska flogbótlssambandið hevur arbeitt við í tvey ár fram ímóti hesi kappingini. Síðsta summar var hetta liðið við í SCA kappingini fyri A-landslið sum liður í hesi fyrireikingini.
Um so er, at føroyska liðið vinnur seg fram í finaluna, so verður tað helst ímóti Íslandi, so gongdin í fyrsta og øðrum settið var jalig fyri føroyska liðið.











