Floksleiðari vil hava kon­serva­tivan poli­tikk uttan mun til stjórnarlit

Mona Juul vrakar ikki eina reyða stjórn og er opin fyri samstarvi tvørtur um miðjuna, um politikkurin er rættur.

Mona Juul, forkvinna í Konservativa flokkinum í Danmark, kemur her til stjórnarsamráðingar á Hotel Scandic Spectrum í Keypmannahavn í dag Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix

Fleiri flokkar í Danmark hava sett ultimativ krøv um, hvørjar flokkar teir fara at samstarva við, tá nýggj stjórn skal skipast. Men fyri tey konservativu er tað týdningarmesta, at flokkurin fær bláan politikkir ígjøgnum - líka mikið um tað er hjá saman við reyðum flokkum.

Krøvini hjá mongu flokkunum hava fløkt samráðingarnar eftir fólkatingsvalið í mars, men tey konservativu eru ikki ultimativ og fara í dag at hitta Vinstra við opnum sinni.

– Eg spæli ikki bókstavaspæl framman fyri tykkum, men eg havi sagt frá byrjan av, at vit ikki eru ein ultimatur flokkur.

– Vit vilja hava konservativan politikk ígjøgnum. Vit hugsa ikki so nógv um, hvørjum flokkum tað er saman við, men tað er greitt, at tað sær best og mest natúrligt út at gera tað við teimum bláu flokkunum, sigur floksforkvinnan Mona Juul.

Hvørki reyði ella blái vongur fingu meiriluta á valinum 24. mars, har 12 flokkar vórðu valdir í Fólkatingið.

Nógvir av flokkunum hava sett hópin av krøvum um, hvørjum teir vilja sita í stjórnini saman við ella hava sum parlamentariskt grundarlag, sum hevur fløkt samráðingarnar, sum hava vart sjey vikur og harvið sett met.

Seinni i dag koma teir Moderatarnir, sum fyri einari viku síðani vístu á nýggja samráðingarleiðaran Troels Lund Poulsen, sum er formaður í Vinstra.

Virkandi forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, brúkti seks vikur uppá at royna at skipa stjórn, til Moderatarnir tóku stikkið úr.

 

/Ritzau/

 

 

Mona Juul, forkvinna í Konservativa flokkinum í Danmark, kemur her til stjórnarsamráðingar á Hotel Scandic Spectrum í Keypmannahavn í dag Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix