##med2##
Víkingur heldur enn rimmarfast við annað plássið í Betrideildini, men tað var ikki við tí allarbesta avrikinum, at teir ljósabláu vunnu 2-0 á Skála í Sarpugerði í Norðragøtu í dag. Við støðuna 1-0 brendi Uros Stojanov brotsspark fyri Skála. Tá var ein hálvur tími farin av fyrra hálvleiki.
Víkingur – Skála 2-0 (1-0)
1-0: Martin Klein Joensen 23.
2-0: Finnur Justinussen 90.+1.
Hjálparvenjarin hjá Víkingi, Rasmus Nolsøe ásannar í stuttari samrøðu við Árna Gregersen á FM1, at talan var ikki um fremsta avrikið hjá Víkingi í dag, men tað helt til ein sigur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna.