Tað sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, í hvassorðaðari viðmerking til amerikanska forsetan, Donald Trump, á Facebook í kvøld:
– Vit hava verið ein tættur og trúfastur vinur hjá USA í fleiri ættarlið. Vit hava staðið øksl móti øksl í ringum tíðum. Vit hava tikið ábyrgd av trygdini í Norðuratlantshavi og ikki minst Norðuramerika. Hetta er tað, sum sannir vinir gera.
– Júst tí er beinleiðis og endurtakandi retorikkurin úr USA fullkomiliga og púrasta óhóskandi, sigur Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi.
Og hann heldur fram:
– Tá forsetin í USA tosar um “vit hava brúk fyri Grønlandi” og knýtir okkum at Venezuela og hernaðarligum inntrivum, so er tað ikki bara skeivt. Tað er respektleyst.
Land okkara er ikki ein lutur í stórveldisretorikki. Vit eru eitt fólk. Eitt land. Eitt fólkaræði. Hetta má virðast. Serliga av nærmastu og trúføstu vinum.
– Vit eru partur av NATO og eru fult tilvitað um strategisku staðsetingina hjá landi okkara. Og vit eru tilvitað um, at trygd okkara er treytað av góðum vinum og sterkum samgongum. Í hesum sambandi er eitt virðiligt og trygt samband við USA sera umráðandi. Soleiðis hevur tað verið í áratíggju, sigur hann.
– Men samgongur eru bygdar á álit. Og álit krevur virðing.










