Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

...”ja, so má tað vera av okkum, sum frægastir eru”... sitat Elians sonur og Poul F.

 

Knapt 1,5 ár aftaná eg skrivaði okkurt um poddvarpsrøðina Elians sonur á mínum fb-vanga fekk eg eitt longri lesarabræv frá Elianssyni. Tað var áhugavert, og tí kom hendan yvirskriftin fram fyri meg aftur í dag, og sum eg haldi umboðar sera væl høgrarákið vit uppliva í dag.

 

Tit sum hava hug at lesa tað eg skrivaði tá, kunna leita aftur til 9. juni 2024 á mínum fb-vanga. (vónandi klára tit at lesa uppslagið hóast tað málsliga ikki var væl úr hondum greitt. Tað skal eg geva Elianssyni púra rætt í).

 

Nú her ár ársins fyrsta sunnudegi, er høvið at líta eitt sindur aftur á 2025, og kanska hugleiða eitt sindur um, hvat er í væntu fyri 2026.

 

Sum tað sær út í løtuni, so snara Føroya enn meira til høgru. Lítið man vera at ivast um tað. Allur okkara partur av heiminum hevur snara til høgru, og vit plaga at fylgja við.  

 

Men hvat merkir hetta fyri Føroyar, og hvat merkir høgra vs. vinstra í dag? Spurningar, eg haldi alt ov lítið vera umrøddir og kjakast um. Og ikki minst hví ynskja vit at “snara so nógv til høgru”?

 

Klassisk høgra var í sera stuttum, at man ynskti frían marknað, kapping og lítlan stat. Og klassiskt vinstra var, at man helt tað vera neyðugt at seta avmarkingar á og stýra marknaðinum. Og tað skal staturin gera. Og so er sjálvandi eitt hav av variantum av báðum hesum í millum hesa sera stuttu lýsingina, sum vit lata liggja í dag.

 

Í dag er høgra vs. vinstra farin at snúgva seg alt meira um etisk og átrúnaðarlig virðir, har høgra er meira kristin konservativt og vinstra meira liberalt.

 

Okkum nýtist ikki at studera leingi fyri at síggja, hvat hendir í samfeløgum, har høgrarákið hevur vunnið fastatøkur. Hygg bara eftir USA, sum er greiðasta dømi. Hví ynskja vit at flyta okkum mótvegis Trumpsa USA?

 

Ein mótpolur til USA er kanska Kuba. Heldur ikki eitt land, ið vit eiga at stremba eftir at gerast líka sum. Tað góða samfelagið er helst onkustaðni í millum hesum lond, USA og Kuba.

 

Men her er mín pástandur. Og hann er, at vit eftirhondini eru nógv nærri USA, enn vit eru nær við miðjuna millum USA og Kuba. Og rákið í dag er heilt vist, at vit flyta okkum enn nærri USA heldur enn nærri miðjuni.

 

Eg bleiv einaferð spurdur, hví eg stillaði upp til Løgtingsvalið. Hetta var nokk til valið í 2015. Eg svaraði, at eg vildi verja tað “norðurlendska vælferðarsamfelagið”. Tað vil eg sanniliga enn.

 

Eg eri enn sannførdur um, at tann norðurlendska vælferðarskipanin má verjast og útbyggjast. Tann skipanin er enn tann besta samfelagsskipanin, vit kenna. Sjávandi ikki perfekt, og er avbjóða í dag,  men tann besta vit hava. Og vit eiga at byggja víðari uppá tað besta, og gera tað enn betri og tíðarhóskandi. Vit eiga ikki vrakað tað, bara tí heimurin er raktur av einum høgrarákið við Trump á odda. Trumpsa USA og norðurlendska vælferðarsamfelagið eru mótpolar. Tað ber snøkt sagt ikki til at hava bæði.

 

Vanliga nevna vit hesi eyðkennir og fortreytir fyri tí norðurlendska vælferðarsamfelagnum:

 

1.      Frælsur marknaður

 

2.      Sterkur almennum sektor

 

3.      Universalar tænastur

 

4.      Javnstøða

 

5.      Høg álit

 

Tit kunna sjálvi seta tykkum at hugsa eitt sindur um, hvønn veg tað gongur her í Føroyum við omanfyrinevndu eyðkennum og fortreytum.

 

Sjálvur haldi eg, at tað gongur skjótt afturá, og tað er ein vandi, vit eiga at taka í nógv størri álvara, enn tann politiska skipanin ger í dag, og hevur gjørt nógv tey seinastu árini. Tíanverri.

 

Samgongan, sum eftir røttum burdi vart, útbygd og rætta tær avbjóðingar í skipanini, hevur nú mestsum slept endanum og roynir at fáa eitt sindur av undanvindi frá hesum høgra rákinum. Tað sær als ikki út til at eydnast sbrt. veljarakanningunum. Men aftur her, tað er onki undarligt í tí. Tí hví skulu veljarar hjá sitandi samgongu stremba eftir at líkjast USA? Somu politikarar og veljara sum hava uppbygd verandi vælferðarsamfelag.

 

Tað harmar og skuffar meg almikið at samgongan letur sitandi andstøðu fáa frítt spæl hesum viðvíkjandi, ogvit við stórari ferð flytur okkum mótvegis einum føroyskum USA.

 

Eg haldi ikki, vit skulu undir nøkrum umstøðum brúka USA sum fyrimynd til annað enn, at tað er ikki eitt tílíkt samfelag, vit skulu hava her í Føroyum. Og tí er tað sera órógvandi at síggja, at tað er beint tann vegin, føroyingar í løtuni flyta seg.

 

At Føroyar eru ávegis móti USA-tilstandum, haldi eg ikki nakar kann vera ósamdur í. Tað vit kunna vera ósamd um, er nokk meira spurningin um, hvussu langt vit eru komin móti hesum tilstandunum.

 

Ein samanrenning av tí eina valdøminum, hesum høgrapopulistiska rákinum og sosialu miðlunum vit uppliva, ger, at tíanverri er víðskygdur politikkur nærum deyður, og egið afturval gerst meira og meira avgerandi fyri tann einstaka politikkaran. Tað er eisini eitt rák, sum eg vænti, tey flestu hóast alt, eisini eru samd um. Men ongin tosar um tað. Man skal jú veljast aftur, ikki so?

 

So stóri spurningurin er nokkso einfaldur, tá alt kemur til alt. Hvat ynskja vit fyri Føroyar? Ynskja vit, at Føroyar skal líkjast og stýrast sum USA? Um ja, so eru góð tíðindir. Tí vit er væl ávegis hartil.

 

Ynskja vit enn tað norðurlendska vælferðarsamfelagið? Um ja, so er at føra politikk samsvarandi tí, og gera upp við hetta høgrapopulistiska rákið. Tað gera vit tíanverri als ikki í dag.

 

Persónliga haldi eg so avgjørt, at vit eiga at brúka tað norðurlendska vælferðarsamfelagið sum fyrimynd, og byggja víðari uppá tað. Tað hevur ført Føroyar fram til tað besta samfelagið í heiminum, spyrt tú meg. Enntá eisini eitt tað ríkasta.