Føroyingar taka undir við fosturtøku til 12. viku

Kanning vísir, at greið­ur meiri­luti av før­­oy­ingum tek­ur undir við, at fost­ur­tøka skal vera upp til ein­­støku kvinn­una at gera av til 12. viku av vi­ð­gong­u­tíð­ini?

Tað vísir ein spurn­ar­kann­ing, sum Spyr.fo hevur gjørt.

 

799 fólk hava svarað í kan­n­ing­ini, sum vísir, at 57 pro­sent av føroyum siga »ja« til spurn­in­g­in:

 

»Tekur tú undir við, at fosturtøka skal vera upp til einstøku kvinn­una at gera av til 12. viku av vi­ð­gongu­tíðini?«

 

Kanniningin vísir, at tað eru velj­arar hjá fýra flokk­um, sum siga greitt ja. Teir fýra flokk­arnir eru:

 

Framsókn: 92% ja, 8% nei, 0% vit ikki

 

Tjóðveldi: 83% ja, 7% nei, 10% veit ikki

 

Javnaðaflokkurin: 82% ja, 11% nei, 7% veit ikki

 

Sam­bandsflokkurin: 52% ja, 36% nei, 9% veit ikki

 

Veljarar hjá trimum flokk­um siga nei. Teir eru:

 

Fólkaflokkurin: 32% ja, 60% nei, 9% veit ikki

 

Sjálvstýri: 17% ja, 70% nei, 10% veit ikki

 

Miðflokkurin: 2% ja, 98% nei, 0% veit ikki.

 

Býtt millum samgongu og and­støðu er býtið sol­eiðis:

 

Samgongan: 84% ja, 9% nei, 7% veit ikki

 

Andstøðan: 37% ja, 54% nei, 9% veit ikki.

 

Í kanningini er eisini spurt eftir, hvørjum øki í land­inum fólk búgva – og hvat tey halda um málið:

 

Norðoyggjar: 35% ja, 54% nei, 9% veit ikki

 

Eysturoy: 46% ja, 46% nei, 7% veit ikki

 

Norðurstreymoy og Vág­ar: 64% ja, 27% nei, 9% veit ikki

 

Tórshavnar kommuna: 65% ja, 25% nei, 9% veit ikki

 

Sandoy og Suðuroy: 64% ja, 29% nei, 7% veit ikki

 

Og býtt millum Tórs­havn­ar kommunu og rest­ina av landinum:

 

Tórshavnar kommuna: 65% ja, 25% nei, 9% veit ikki

 

Restin av Føroyum: 51% ja, 41% nei, 7% veit ikki

 

Og verður tá spurt verð­ur millum kvinnur og menn:

 

Kvinnur: 63% ja, 30% nei, 7% veit ikki

 

Menn: 52% ja, 38% nei, 10% veit ikki.