Skulu vit gerast meiri sjálvforsýnandi í Føroyum, so má grøðin verða til keyps í handlunum, við hesum økist matvørutrygdin og vit fáa nýggj arbeiðspláss.
Tað er í handlunum, at tey allar flestu keypa matvørurnar, og tí má føroyska grønmetið eisini liggja har, so fólk kunnu velja føroyska framleiðslu.
Øll eru samd um, at góðskan á føroyskum eplum og grønmeti er framúr, og fólk gjalda fegin nakað meir fyri góða góðsku, og fyri at tað er stuttflutt. Undangongufólk hava víst í verki, at tað ber væl til at velta nógv ymisk sløg av grønmeti í Føroyum.
Fæst grøðin í matvøruhandlunum kring alt landið, so gerst kundaskarin nógv størri og møguleiki verður at økja framleiðsluna munandi.
Stuðul fyrstu árini
Um framleiðslan av eplum og grønmeti skal økjast, so má stuðul til tey fyrstu árini, fyri at uppbyggja ein markna og eina skipan, sum fær grønmetið út til handlarnar.
Fyri at fáa økt framleiðsluna, so mugu maskinur til at lúka, tí at lúka við hond er ein sera stór útreiðsla, og tað er ringt at fáa arbeiðsfólk at lúka. Bøndur, sum fáa sær slík amboð, skulu fáa íløgustuðul fyri at skunda undir økta framleiðslu.
Tá hesi átøk hava ført við sær, at framleiðslan er økt munandi, kann stuðulin stigvíst avtakast.
Ein slík stuðuslskipan hevði økt um matvørutrygdina í Føroyum, givið øllum føroyingum atgongd til stuttflutt grønmeti við høgari góðsku og gjørt landbúnaðin fjølbroyttari.
Hendrik Egholm
Valevni fyri Tjóðveldi











