Foreldur: Nú er tann stundin?

Ert tú ein teirra, sum ikki sleppur aftur til arbeiðis aftur orsakað av væntandi ansing, kom so á aðalfund hjá foreldrafelagnum mánakvøldið. Her verður tosað um, hvussu barnaansingin í Havn kann skipast næstu árini. M.a. fer Gunleyg Durhuus, trivnaðarstjóri, at greiða frá útbyggingarætlanunum í Vesturbýnum.

Í hesum døgum verða stovnsplássini í heyst givin teimum hepnu. Tíverri er støðan í høvuðsstaðnum, at tað enn eru alt ov fá ansingarpláss. Kommunan hevur seinasti árini útvega fleiri nýggj ansingarpláss, men ikki nóg mikið.

Tað verður tosað um at opna Havnará, tað nýggjasta er at yvirtaka Ebenezer og byggja teimum ein nýtt samkomuhús - hvussu nógvar milliónir tosa vit um? Tá vit tosa um pening til barnaansing vísir tað seg, sum um, at tað er púra burturvið at byggja fleiri nýggjar stovnar eitt ár, hóast hesir ikki kostað ein brøkpart av slíkum ætlanum.

Pengar verða brúktir at gjalda niður kommunuskuldina, summir býráðslimir tosa um at seta kommunuskattin niður. Vit í foreldrafelagnum halda, at tað má raðfestast øðvísi. Setið tykkum sum mál at fáa marruna hjá smábarnafamiljum í Havn loysta. Setið æru í at seta tykkara merki á Havnina: Leivur Hansensa Vøggustova, Elin Lindenskovsa Barnagarður, Heðin Mortensensa Barnagarður, Katrin Dahlsa Ellisheim, Lisbeth Petersensa Røktarheim og so framvegis.

Tað er einki skeivt í at fríðka Havnina og hava nógv góð mentunartiltøk og góðar karmar, men loysið teir átrokandi trupulleikarnir fyrst (ella samstundis). Hvat halda tit borgarnir í Havnini ynskja, nú kommunuvalið nærkast.

Heldur tú, at meira kundi verið gjørt við barnaansingina í Havn? Hevur tú fingið at vita, at onki pláss er til títt barn í ár? So er Foreldrafelagið rætta staðið fyri teg. Aðalfundurin hjá Foreldrafelagnum verður í Mettustovu 8. mai 2000, kl. 20.00. Á fundinum fer Gunnleyg Durhuus, trivnaðarstjóri, at greiða frá um gongdina í útbyggingunum á barnaansingarøkinum, sigur nevndin í foreldrafelagnum í Havn.