Fríðking og útgrevstur til íbúðir

Útgrevstur fyri íbúðarøkinum á Toftum, har Bústaðir skulu byggja fleiri leigu-og lutaíbúðir, byrjar fyrsta dagin.

- Í hesum døgum verður gjørt klárt til at fríðka Sámalsgil á Toftum, og hetta er ein ætlan, sum vit hava havt í kvittanum leingi, vita tey í Nes kommunu at siga í dag.

 

Sámalsgil er økið millum syðsta partin av Høganesvegi, sum gongur inn undir Høganes og landsvegin. Í løtuni verða drenrør og onnur rør løgd, áðrenn mold verður planerað á økinum.

 

Útgrevstur fyri íbúðarøkinum á Kneysum, har Bústaðir skulu byggja fleiri leigu-og lutaíbúðir, byrjar fyrsta dagin, og partur av moldini skal brúkast til útfylling í Sámalsgil.