Fremmandafólk fóru niðan á Klakk í ringum veðri

Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan um fólk, sum vóru farin niðan á Klakk.

 

Fólk høvdu sæð ljós uppi á fjallinum, og tað vísti seg, at talan var um tvey fremmandafólk, sum vóru farin niðan.

 

Veðrið versnaði tó so mikið, at tey bæði gjørdu av at venda við og komu oman aftur av sær sjálvum.