Løgreglan hevði eisini eina uppgávu í Havn í gjárkvøldið, har ein maður órógvaði skilhaldið.
Sambært vakthavandi var maðurin so drukkin og ófantaligur, at løgreglan valdi at taka hann við á politistøðina.
Har slapp hann at sova rúsin av sær, og málið hevði ongar aðrar avleiðingar.
Løgreglan steðgaði einum bilførara í Suðuroy, sum er undir illgruna fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka.
Bilførarin varð tikin við til blóðroynd, sum nú skal staðfesta, um promillan var ov høg.
Málið verður avgreitt, tá úrslitið av blóðroyndini fyriliggur.











