Havstovan skrivar, at rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum í august. Á kanningini vórðu 200 trolhál tikin, og úrslitini vísa, at toskastovnurin framvegis er veikur.
Sambært Havstovuni var sera lítið at fáa av toski, og tað mesta var smáur toskur. Hýsustovnurin er hinvegin framvegis stórur, tó var talan eisini her mest um smáa hýsu.
Kanningin vísir eisini, at lítið var at fáa av longu, havtasku og øðrum botnfiski.
Nøgdin av upsa var umleið tann sama sum undanfarin ár, meðan nakað var at fáa av gulllaksi. Kalvaspraggur vóru eisini at síggja, eins og verið hevur seinastu árini.
Havstovan staðfestir eisini, at bæði toskur og hýsa vóru rættiliga rak samanborið við onnur ár.
Magakanningar vístu, at toskurin hevði etið bæði hvítingsbróður og ymisk krabbadjór, men framvegis sást lítið til nebbasild í magunum.
Árligu yvirlitstrolingarnar eru ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Havstovuni at meta um støðuna hjá botnfiskastovnunum kring Føroyar.
Úrslitini verða brúkt saman við øðrum kanningum, tá ráðgeving verður latin um fiskiskapin komandi ár.











