FSF skrivar:
- HB er vinnari av steypakappingini fyri U15 dreingir. Teir reyð-svørtu vunnu hóskvøldið ein tryggan 5-1 sigur á Víkingi. Palli Bernhardsson Petersen legði HB á odda 1-0 og 2-0, áðrenn dagsins spælari, Allan Ramiro Joensen stutt fyri steðgin økti til 3-0. Í seinna hálvleiki helt HB fram har teir sleptu, og tá avtornaði stóð 5-1 á máltalvuni. Allan Ramiro Joensen skoraði til 4-0, William Christian stóð fyri málinum til 5-0, áðrenn Eyðnar Isaksen í yvirtíðini minkaði um munin fyri Víking.
Aftaná dystin varð Allan Ramiro Joensen hjá HB valdur til dagsins spælara. Skrivar FSF.











