Tað var tíðargreinin hjá Hjalmar Hansen í Sosialinum 21. august, sum birti undir kjak um smáar skúlar í Føroyum.
Lesið tíðargreinina her: Vit eiga ikki at hava sjálvstøðugar skúlar við færri enn 100 næmingum
Fýra føroyskir skúlar hava í skúlaárinum 2026/27 fýra næmingar ella færri.
Tað vísa fyribils næmingatølini fyri fólkaskúlan.
Minnsti skúlin er Skálavíkar Skúli, har bara tríggir næmingar ganga. Tveir ganga í 4. flokki og ein í 3. flokki.
Í Haraldssunds skúla, Húsar-Syðradals skúla og Oyndarfjarðar skúla ganga fýra næmingar í hvørjum skúla.
Tølini vísa, at 15 føroyskir skúlar hava færri enn 50 næmingar.
Teir eru:
##med2##
So nógv eru undir hvørjum marki
Undir 50 næmingar: 15 skúlar
Undir 30 næmingar: 7 skúlar
Undir 20 næmingar: 6 skúlar
Undir 10 næmingar: 4 skúlar
Tað merkir, at ein rættiliga stórur partur av føroyska skúlaverkinum framvegis er skipaður í sera smáum eindum.
Bara ein næmingur í summum flokkum
Hyggja vit inn í einstøku skúlarnar, verður munurin uppaftur sjónligari.
Í Haraldssundi ganga bara ein næmingur í 1. flokki, ein í 2. flokki og tveir í 7. flokki.
Í Húsar-Syðradals skúla eru tveir næmingar í 1. flokki, ein í 4. og ein í 6. flokki.
Í Oyndarfirði er ein næmingur í forskúla, ein í 2. flokki, tveir í 3. flokki og ein í 4. flokki.
Í Skálavík eru bara tvey flokstrin umboðað: ein næmingur í 3. flokki og tveir í 4. flokki.
Landsstýrismaðurin nevnir eitt møguligt mark
Í kjakinum í kjalarvørrinum á tíðargreinin hjá Hjalmar Hansen, stjóra í Undirvísingarstýrinum, hevur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Bárður á Lakjuni, sagt, at hann ikki ætlar at áleggja smáum skúlum at leggja saman, men hevur nevnt møguleikan fyri, at fólkaskúlalógin kann broytast, so serligar reglur verða galdandi, tá næmingatalið fer niður um eitt ávíst mark.
Nýggju tølini gera spurningin sera ítøkiligan:
Skal ein skúli við trimum ella fýra næmingum hava somu skipan og krøv sum ein skúli við fleiri hundrað næmingum?
Tilsamans eru 7.157 næmingar í føroyska fólkaskúlanum í skúlaárinum 2026/27. Verða Skúlin á Trøðni og frískúlarnir tiknir við, er samlaða talið 7.386.












