Fyrrverandi forseti fyri rættin

Alberto Fujimori, sum var forseti í Peru, kom í dag fyri rættin. Hann er ákærdur fyri at hava givið boð um fleiri dráp Í dag byrjaði rættarmálið ímóti Alberto Fujimori, fyrrverandi forseta í Peru, sum er ákærdur fyri at hava sent drápslið at beina fyri limum í einum vinstrasinnaðum bólki tey árini, hann var forseti.

Fujimori noktar seg sekan, og nógv fólk í Peru styðja hann. Tey minnast hann sum forsetan, sum fekk enda á einum drúgvum og blóðigum borgarakríggi.

Alberto Fujimori flýddi úr Peru í 2000. Tey næstu fimm árini búði hann í Japan, men í 2005 flutti hann til Kili og búsetti seg har. Men í september í ár bleiv hann sendur til Peru, so hann kundi koma fyri rættin.