– Í einum so tignarligum embæti, sum løgtingsformanssessurin er, er týdningarmikið at taka við góðum ráðum frá teimum, ið hava royndirnar. Formanssessurin snýr seg bæði um at stjórna tingarbeiðinum og samstundis um at varðveita siðir og tign á tingi. Soleiðis at lata vitan og royndir ganga í arv frá einum løgtingsformanni til ein annan er avgjørt til gagns fyri fólkaræðið.
Soleiðis sigur Johan Dahl, løgtingsformaður, um søguliga samkomuna millum núverandi løgtingsformann og fyrrverandi løgtingsformenn og løgtingsforkvinnu.
Hetta var fyrstu ferð, at øll løgtingsforfólk hittust. Eftir ætlan verður hetta ein afturvendandi táttur.
##med2##
Fyrsti løgtingsformaður eftir Stýrisskipanarlógina var Jógvan Ingvard Olsen. Hann sat sum løgtingsformaður frá 1995 til 1998. Finnbogi Ísakson, sáli, sat síðan frá 1998 til 2002. Edmund Joensen sat frá 2002 til 2008. Hergeir Nielsen sat frá 2008 til 2011. Jógvan á Lakjuni sat frá 2011 til 2015 og so aftur frá 2019 til 2022. Páll á Reynatúgvu var løgtingsformaður í 2015 til 2019.
Síðan var Bjørt Samuelsen fyrsta kvinna í embætinum eftir Stýrisskipanarlógina. Hon sat sum løgtingsforkvinna frá 2022 til 2026.
Áðrenn Stýrisskipanarlógin kom í gildi, sat Marita Petersen, sála, sum fyrsta kvinna í embætinum frá 1994 til 1995.
Eftir Bjørt Samuelsen tók Johan Dahl við sum løgtingsformaður.
Fyrsti løgtingsformaður í Løgtinginum var Oliver Effersøe. Hann sat sum løgtingsformaður frá 1924 til 1928 og aftur frá 1930 til 1932. Umframt Oliver Effersøe hava 24 aðrir persónar verið løgtingsformenn gjøgnum árini. Fleiri teirra hava sitið sum løgtingsformenn í fleiri ymiskum tíðarskeiðum.
##med2##
Her er yvirlitið yvir tey 25, sum hava verið forfólk í Løgtinginum:
- Oliver Effersøe
- Edward Mitens
- Johan Poulsen
- Johan H. Danbjørg
- Thorstein Petersen
- Kristian Djurhuus
- Jákup Frederik Øregaard
- Hákun Djurhuus
- Sámal Petersen
- Agnar Nielsen
- Hilmar Bech
- Jógvan Sundstein
- Jacob Lindenskov
- Hergeir Nielsen
- Jørgin Thomsen
- Anfinn Kallsberg
- Lasse Klein
- Jógvan Ingvard Olsen
- Marita Petersen
- Finnbogi Ísakson
- Edmund Joensen
- Jógvan á Lakjuni
- Páll á Reynatúgvu
- Bjørt Samuelsen
- Johan Dahl (valdur í 2026)













