Fyrsti altjóða dystur í føroyskum kvinnuflogbólti

Í kvøld skriva kvinnurnar hjá Fleyr flogbóltssøgu

Í kvøld klokkan 20 spælir Fleyr móti hollendsku meistarunum Vc Sneek. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt kvinnulið spælir í Evropa, skrivar Flogbóltssambandið. Ferðalagið fór úr Føroyum mánamorgunin. Tær hava havt tvær venjingar í Hollandi. Hópurin telur 12 spælarar. Venjarar eru Kristian Mikkelsen og Suni Juul Pedersen.

 

Kristian staðfestir, at Sneek hevur eitt sera sterkt lið og verða torførar at basa. Fleyr eru ikki favorittar til dystin í dag, men taktikkurin verður at fokusera á okkara spæl, og vónandi leypir hetta hvøkk á Sneek. Fleyr kvinnurnar fara at geva alt tær hava í sær, og vónandi fara tær at fáa eitt gott úrslit við heimaftur,  skrivar Flogbóltssambandið.

 

Returdysturin verður týskvøldið í komandi viku. Sneek spælir í bestu hollendsku deildini, og eru meistarir annað árið á rað. Sneek spældi í fjør í Challenge Cup, har tær taptu móti liðið úr Prag. Tað var sera óvænta og kunnu tí væntast at verða uppsettar til dystin í kvøld.

 

- Sneek hevur nærum sama lið sum í fjør. Ein amerikonsk er komin úr bestu grisku deildini at styrkja liðið. Sneek er flogbóltsbýur burturav, og vænta tað at koma eini 500 áskoðarar til dystin í kvøld, sum verður spældur í sera góðum umstøðum, skrivar Flogbóltssambandið.