Fyri veður hevur avloysarin hjá Smyrli, Galaxy, broytt ferðaætlan í dag, og siglt var úr Suðuroynni klokkan 7 í morgun.
Siglt verður av Havnini klokkan 18, og so verður ikki siglt meira í dag.
Strandferðslan sigur soleiðis á ssl.fo:
Avlýsing á leið 7
Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7 leygardag 27. septembur: Av Krambatanga kl. 7:00 og av Havnini kl. 18:00. Síðani verður ikki siglt meir fyri dagin.
Bygdaleiðir í Suðuroy koyra ísv. broytta fráferð á leið 7.