Í gjárkvøldið stevndi danska skúlaskipið Georg Stage inn á Vág. Skipið hevur vitjað javnan seinnu árini.
Í dag hevur skipið verið opið, og eittnú hava nógv børn og skúlanæmingar vitjað umborð í dag.
Umborð eru uml 60 næmingar og manningin sum telur 10. Georg Stage kemur úr Stornoway.
Hesaferð eru tveir av næmingunum umbroð úr Føroyum.
Georg Stage heldur fram á síni ferð í morgin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














