Ummælari um 90 ára gamla Zacharias Heinesen: Lýsandi listalegenda

Ljósið hevur alstóran týdning hjá einum koloristi og hjá Zachariasi er tað sum um tað júst hevur regnað og droparnir gera litirnar sevjumiklar og klárar.

 

Soleiðis sigur Kinna Poulsen, listaummælari, millum annað í føðingardagsgrein um myndirnar hjá Zacharias Heinesen, sum hon hevur skrivað á listaportal.com.

 

Sjálvt um eg í grundini fati Zacharias sum ein abstraktan koloristiskan málara, hevur hann hildið lutfalsliga fast í tí figurativa myndamálinum, har ikki minst landslagið hevur havt ein høvuðsleiklut, men ofta eru myndirnar hjá honum nógv meira abstraktar enn vit kanska gera okkum far um – eisini landslagsmyndirnar. Hetta kemst kanska av, at hansara máti at síggja okkara land, hevur havt so mikið grundleggjandi ávirkan, at vit halda Føroyar síggja út sum í hansara málningum. Soleiðis er ikki. Heilt so bjartlitt eru húsini ikki og skapini eru heldur ikki eins geometrisk, kubistisk ella flykrandi í veruleikanum. Í grundini eru myndirnar hjá Zachariasi Heinesen so mikið abstraktar, at tað í grundni er langt úti, tá fólk tosa um akkurát hvar í landinum, vit eru landafrøðiliga, tá tey standa og skoða eina av hansara litkompositiónum, skrivar Kinna Poulsen.

 

Tað eisini gleðiligt, at listamaðurin ikki hevur lagt frá sær, sjálvt um hann av sonnum hevur uppiborið hvíld oman á laurberunum, skrivar Kinna Poulsen.

 

Øll greinin um Zacharias Heinesen, ið verður 90 ár í dag, kann lesast á listaportal.com: Lýsandi listalegenda 90 — Listaportal