Gunnar vann á Ara í føroyingauppgerðini úti í Heimey

18 stig eru á muni millum Víking Reykjavík og ÍBV

 

 

 

Seinnapartin var føroyingauppgerð á Hásteinnsvøllinum úti í Heimey, har ÍBV og Víkingur Reykjavík møttust í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin skuldi upprunaliga byrja klokkan 16, men var framskundaður til klokkan 13, tí ferjan "Herjólfur" framskundaði túrin tríggjar tímar.

 

Ari í Haraldstovu Petersen vardi málið hjá ÍBV, og í 71 minuttir var Gunnar Vatnhamar í verjuni hjá Víkingi til hann var skiftur út.

 

Víkingur vann dystin 2-0. Tá Óskar Borgþórsson legði Víking á odda í 51. minutti helt stóri fótbóltsmiðilin, Fótbólti.net, at Ari ikki sá gott út í støðuni, men burdi vart fyri. Fimm minuttir seinni økti Gylfi Þór Sigurðsson við einum skoti frá næstan miðjuni til 2-0.

 

Víkingur Reykjavík er fremst í deildini við 19 stigum fyri sjey dystir. KR er næstfremst við 18 stigum, men teir hava spælt ein dyst færri enn Víkingur. ÍBV er aftast í deildini við bert einum stigi.

 

Klokkan 17 spæla Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA grannauppgerð móti Þór.

 

KA hevur fimm stig fyri seks dystir.