– Tað er torført at gera upp beint nú, men eg haldi, at hetta hevur broytt Noreg.
– Eg eri errin. Eg vóni, at allir norðmenn eru errnir. Tað, vit hava framt, er stórt, sigur Haaland við TV 2 Noreg.
Manchester City-áleyparin heldur eisini, at HM hevur broytt hann sjálvan.
– Hetta er púra ótrúligt. Tað kennist óveruligt. Eg haldi eisini, at hetta hevur broytt meg sum menniskja.
– Og eg haldi, at eg eri vorðin eitt sindur meira kendur, segði hann skemtandi.
Haaland varð útskiftur í longdu leiktíðini, tí hann var púra útlúgvaður.
– Tað var serligt at spæla í so nógvari luftvætu. Tað var hart, men tað var eins fyri øll, so eg skal ikki finna umberingar. Eg var púra liðugur, segði hann við NRK.
Landsliðsvenjarin Ståle Solbakken viðgekk, at hann helst skuldi havt tikið Haaland út fyrr.
Í samrøðu við NRK fekk Solbakken tár í eyguni og rósti sínum spælarum.
– Eg haldi, at tað er eitt sindur synd í teimum. Men soleiðis er toppítróttur, tá hann er ringast ella best, alt eftir hvørjari síðu tú ert á, segði Solbakken.
Noreg var við í HM fyri fyrstu ferð síðani 1998. Við at røkka fjórðingsfinaluni skrivaðu norðmenn nýggja HM-søgu.











