Havnin veksur nógv meiri enn bygdirnar

Og tann gongdin heldur fram hesi næstu 40 árini

 Fyri 30 – 40 árum síðani søgdu vit, at gott ov væl ein triðingar av øllum føroyingum búðu í Havn. Tá búðu 35 prosent og 36 prosent av øllum føroyingum, í Havn og 64 prosent og 65 prosent, búðu á bygd. Men síðani er tann støðan broytt rættiliga nógv, tí gongdin í fólkatalinum er tann, at Føroyar verða alsamt meiri miðsavnaðar í Havnini. Og í dag er støðan tann, at 42,5 prosent av øllum føroyingum búgva í Havn og 57,5 av føroyingum búgva uttan fyri Havnina.  

 

Les eisini: Hava roknað seg fram til hvussu nógv fólk býr í Føroyum um 40 ár

 

Og tann gongdin fer at halda fram, tí hagstovan hevur roknað seg fram til, at hesi næstu árini fer Havnin at veksa lutfalsliga meiri enn bygdirnar gera. Sostatt er úrslitið, at um 40 ár,  tað er í 2062, fara 45 prosent av øllum føroyingum at búgva í havn og 55 prosent av øllum føroyingum at búgva uttan fyri Havnina. Tað merkir, at tá f ara 26.600 fólk at búgva í Havn og 32.400 fólk fara at búgva uttan fyri Havnina.