Milliónir spardar við almennum útboðum

Ongantíð áður hava almennir stovnar bjóðað so nógvar uppgávur út sum í fjør.

Almenna keypsskipanin hevur sambært landsstýrinum givið stórar sparingar.

Í ólavsøkufrágreiðing løgmans verður upplýst, at 71 almenn útboð vórðu stovnað á Keypsportalinum í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 61 prosent samanborið við árið frammanundan.

Samstundis vórðu níggju nýggir rammusáttmálar gjørdir.

Landsstýrið metir, at hesir sáttmálarnir spara almennu Føroyum nærum tríggjar milliónir krónur um árið. Síðani 2020 eru samlaðu sparingarnar mettar at vera omanfyri 6,5 milliónir krónur.

Miðað verður eftir at halda fram við somu kós.

Í ár verður arbeitt við at menna keypsskipanina, styrkja ráðgevingina og fáa enn fleiri almennar stovnar og kommunur at brúka pallin.

Sambært landsstýrinum skal hetta bæði geva størri gjøgnumskygni og tryggja, at skattakrónurnar verða brúktar so skynsamt sum gjørligt.