Føroysku áskoðararnir streyma nú inn í Unity Arena í Fornebu, har fyrsta bríkslið ímóti Montenegro verður klokkan 17.
Spælararnir eru komnir í høllina, har teir hita upp. Aftur í dag eru tað Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen, sum ikki eru á listanum.
Føroyar hava tvær ferðir áður spælt hondbóltslandsdyst móti Montenegro.
24. oktober í 2018 endaði tað 24-24, tá ið Montenegro átti heimavøll.
Føroyar áttu 13. Juni í 1029 heimavøll í Danmark og tá vann Montenegro 24-21.
Dómararnir eru úr Portugal. Teir eru Daniel Accoto Martins og Roberto Accoto Martins.











