Tað endaði 1-1, tá ið B36 og KÍ í kvøld fyri teirra viðkomandi settu punktum fyri fyrsta triðing av ársins kapping í Meistaradeildini.
KÍ var meiri á bóltinum, KÍ hevði fleiri royndir á og framvið B36 málinum, og KÍ vann væl fleiri hornaspørk, men tað var B36, sum átta minuttir undan steðginum setti hol á.
Bartal Páll Klein hevur verið eitt sindur út og inn á liðnum hjá árstalsfelagnum. Í 2-0 heimasigrinum mánakvøldið ímóti NSÍ var hann á vøllinum, inntil vanliga leiktíðin var farin, og tá hevði hann ikki marginalirnar á sínari síðu, tí tvær ferðir sendi hann bóltin í stólpan.
Í kvøld lagaði tað seg betur hjá Bartali Páll Klein. KÍ verjuspælið hjá miðverjunum var ikki sannførandi í hesum førinum, og so sneiddi Bartal Páll seg hegnisliga heilt leysan, og tá ið málverjan kendi seg noyddan at leypa fram úr málinum, smekkaði Bartal Páll snilt bóltin millum málverjan og nærra stólpa, og so var B36 frammanfyri 1-0.
Hjá klaksvíkingum gekk tað leingi soleiðis, sum tað fleiri ferðir hevur gjørt fyrr í ár. Teir spældu seg til møguleikar, men teir høvdu ikki marginalirnar við sær í fyrra hálvleiki, og Silas Eyðsteinsson var stinnur í B36 málinum.
Eftir steðgin legði KÍ øgiliga bragdliga fyri, og tað vóru fleiri spentar støður í B36 brotsteiginum, áðrenn tað miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist at javna.
Heldur ikki í kvøld eydnaðist tað KÍ at skora í opnum spæli og heldur ikki eftir øll hornaspørkini, sum Árni Frederiksberg legði innfyri – bæði úr høgru og vinstru.
Heldur var tað við brotssparki, at Árni Frederiksberg javnaði til 1-1. Dómarin Jákup Øssursson Mohr, sum leiddi væl og bríkslaði lítið, peikaði á 11 metra blettin, tá ið Páll A. Klettskarð varð feldur, og so var 1-1.
Eftir at KÍ hevði javnað, fótaði B36 sær leikliga, og tað vóru spentar støður í báðum endum, men tað eydnaðist hvørgum partinum at skora sigursmálið.
1-1 í Gundadali millum B36 og KÍ í kvøld er ivaleyst at liva við hjá báðum pørtum. Um talan er um nakran vinnara í kvøld, so er tað NSÍ, sum eftir fyrsta triðingin er topplið við 20 stigum. B36 hevur 19 stig og KÍ hevur 17 stig. At tað verður eitt av hesum trimum, sum fer at vinna FM, man tað vera lítið at ivast í. Á fjórða plássi við 11 stigum er AB, sum í morgin fer at spæla á Skála.
B36 – KÍ 1-1 (1-0)
1-0: Bartal Páll Klein
1-1: Árni Frederiksberg br
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
B36: Silas Eyðsteinsson – Hannes Agnarsson, Heini Vatnsdal, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Djóni Sivertsen, Bogi Reinert-Petersen – Bartal Páll Klein, Dávid B. Andreasen, Boubacar Dabo – Torgeir Børven
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Jean Carlos de Brito – Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen – Árni Frederiksberg, Oussama Ali, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð











