- Her heima gera vit eisini smærri útferðir í vikuskiftunum, tá tíðin loyvir tí. Tað kann vera ein túrur á motorsúkklu, men báturin verður eisini nógv brúktur um summarið, sigur Fróði Magnussen

Motorsúkkla og bátur verða nógv brúkt til ferðing

- Tað týdningarmesta við at ferðast er kanska, at eg fái tíð saman við fólkunum rundan um meg. Í gerandisdegnum fyllir arbeiðið nógv, sigur Fróði Magnussen

- Her heima gera vit eisini smærri útferðir í vikuskiftunum, tá tíðin loyvir tí. Tað kann vera ein túrur á motorsúkklu, men báturin verður eisini nógv brúktur um summarið, sigur Fróði Magnussen

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?

 

- Konan, sonurin og eg hava longu verið ein túr uttanlands fyrr í vár. Vit vóru á motorsúkklu í tvær vikur. Leiðin gekk fyrst til Danmarkar, har vit vitjaðu bæði á Fjóni og Suðurjútlandi. Síðan helt ferðin fram til Týsklands, har vit eisini gjørdu fleiri útferðir.

 

Tað sigur Fróði Magnussen.

 

- Her heima í Føroyum gera vit eisini smærri útferðir í vikuskiftunum, tá tíðin loyvir tí. Tað kann vera ein túrur á motorsúkklu, men báturin verður eisini nógv brúktur um summarið.

 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár? 

 

- Vit hava sum nevnt longu verið ein uttanlandstúr. Seinni í ár fari eg saman við soninum og nøkrum vinmonnum ein túr runt Ísland, og her fara vit eisini at vitja Vestmannaoyggjar. 

 

Hann sigur, at hetta verður ein túrur á motorsúkklu, sum varir í eina viku.

 

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja? 

 

- Eg havi vitjað allar oyggjarnar í Føroyum uttan Lítlu Dímun.

 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast? 

 

- Tað týdningarmesta við at ferðast er kanska, at eg fái tíð saman við fólkunum rundan um meg. Í gerandisdegnum fyllir arbeiðið nógv, og eg eri næstan altíð upptikin av onkrari uppgávu.

 

Fróði Magnussen vísir á, at tá hann er á ferð, hevur hann møguleika at brúka meiri tíð saman við familju og vinum, enn hann annars hevði gjørt.

 

- Sjálvt um arbeiðið ofta fylgir mær nakrar tímar um dagin, so geva slíkar ferðir kortini eitt avbrot frá gerandisdegnum og rúm fyri góðum upplivingum saman við teimum nærmastu, sigur Fróði Magnussen.

 

- Her heima gera vit eisini smærri útferðir í vikuskiftunum, tá tíðin loyvir tí. Tað kann vera ein túrur á motorsúkklu, men báturin verður eisini nógv brúktur um summarið, sigur Fróði Magnussen