Hittsongkvinna og væl umtóktur tónleikabólkur á Summar Festivalinum

Summar Festivalurin kunnger nú nýggjar føroyskar bólkar.

 

Summar Festivalurin boðar í dag frá, at tónleikabólkurin Grandma's Basement og songkvinnan Herborg Torkilsdóttir vera við á festivalinum í ár.

 

Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, og í 2010 teir fóru at spæla inn og geva út, hittaðu við fleiri sangum og hava síðani havt lívligar framførslur – eisini á Summar Festivalinum, har teir hava framført fleiri ferðir.

 

Nú eru seks ár liðin, síðani Grandma’s Basement seinast spældi á Summar Festvalinum, og tí er tíðin komin, at teir aftur vera við á landsins størsta tónleikatiltaki.

 

Hittsongkvinnan Herborg Torkilsdóttir gav í 2019 fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum. Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.

 

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga. Herborg Torkilsdóttir er til reiðar at framføra saman við Rakul Petersen á Summar Festivalinum, sum í ár verður hildin dagarnar 7. til 9. august..

 

##med2##