HM: 35.000 fólk sóu áttandapartsfinaluna á stórskíggja á Ullevaal

Norski tjóðarleikvøllurin verður tó ikki tøkur til HM-fjórðingsfinaluna í kvøld

Mynd: NTB

Fólk í norska høvuðsstaðarøkinum hava havt møguleikan at sæð HM-dystirnar hjá norska fótbóltslandsliðnum á tjóðarleikvøllinum, Ullevaal í Oslo.

 

Heili 35.000 fjepparar vóru á tjóðarleikvøllinum fyri at síggja HM-áttandapartsfinaluna, tá Noreg vann 2-1 á Brasil.

 

Tiltakið verður tó ikki endurtikið í kvøld, tá Noreg klokkan 22 skal spæla HM-fjórðingsfinalu móti Onglandi á Hard Rock leikvøllinum í Miami.

 

Hesaferð verður tiltakið á Frogner leikvøllinum, har m.o. Lyn spælir sínar heimadystir.

 

Tó verður kapasiteturin munandi minni enn á Ullevaal leikvøllinum. Í kvøld sleppa "bara" 22.000 norskir fjepparar at síggja dystin saman á einum leikvølli. Ein niðurskurður upp á 13.000 áskoðarar.

 

 

 

Mynd: NTB