Tað eru í dag fleiri og fleiri, sum ikki klára at svara hvørjum sítt rættstundis, og sum ikki hava so góðar fortreytir og grundarlag sum vælbjargaðir spekulantar.
Tað sæst væl, hvør verður raktur av hungri og halli. Tak tey arbeiðsleysu, tey støku, barnafamiljur, brekað, sjúk, avlamispensionistar, fólkapensionistar og mong onnur. Tað eru ikki øll hesi, sum í dag hava nóg mikið at drekka og eta tríggjar máltíðir um dagin og hava ikki nóg mikið av peningi í dag at liva fyri.
Tað eru allir hesir vælbjargaðu spekulantar, ið oyðileggja teimum lívið og heilsuna í dagliga lívinum, tá tey ikki fáa síni grundlógartryggjaðu manna- og javnstøðurættindi kring landið.
Tað at uppliva hungur og hall hevur ein sjálvur upplivað og hvørjar fylgjurnar eru at falla um av svongd, tá ein ikki hevði tøkan pening til drekka og mat, og hvørt ein síðani savnaði fløskur at selja.
Tað, at ein hevur livað upp á borg nú í fleiri ár, hevur hjálpt einum at koma uppundan, og tá ið ein byrjaði at drekka og eta náttúru- og plantuúrdráttir, iðhava givið einum betri heilsu og økta vælveru í tí dagliga.
Tað gongur framá at vinna á peningatrongd við at sleppa sær av við tey, ið ein skyldar pening, so at ein í framtíðini kemur at vera óheftur við at fáa fíggjar- og peningafrælsi.
Tað eru eisini mong, sum ikki hava ráð at keypa klæði og skógvar og fáa vaskað síni klæði og at forsálla skógvar, og er tað hugstoytt, tá ið vælbjargaðu spekulantarnir ikki vilja síggja slíkan veruleika í eyguni.
Tað eru so mong, ið ikki orka at stríðast við teir ráðandi almanna/lands/kommunalu- og ríkismyndugleikar í Havnini, ið ikki duga at seta seg inn í, hvussu tað er í dag at uppliva hungur og hall, ið mong dagliga stríðast við.
Tað vóru mong, ið flýddu av landinum, tí tað var ikki livandi her á landi. Mong eru síðan leitað heimaftur, meðan onnur slett ikki koma heim aftur, men eru byrjað av nýggjum í øðrum londum.
Tað eru mong, sum royna at liva og virka bíliga á skynsamasta hátt kring landið, sum ikki hava ráð til at liva í sús og dús sum vælbjargaðu spekulantarnir og børnini hjá teimum, sum ein hevur funnist at í talu og skrivt.
Hans Birgir Hansen
P.S.: Bakarí, caféir og matstovur tveita nógvan mat burtur hvørt kvøld.
H.B.H.