Ætlanin er ikki, at Hvalbiar Kommuna skal fáa endurgjald fyri ógvusliga brimskaðan á grótkastið á havnarlagnum í vetur, samstundis sum ætlanin er at lata Skálavíkar Kommunu endurgjald fyri skaða, sum hendi Hvalbingar eru einki minni enn skelkaðir, nú løgtingið seinni í dag endaliga fer at samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár.
Ætlanin er nevniliga, at játta Skálavíkar Kommunu eina millión í endurgjaldi úr landskassanum fyri tann skaða, sum ódnaveður í vetur elvdi til á havnarlagið í bygdini.
Hetta kemur afturat tí, at Skálavík eisini fekk 400.000 krónur í endurgjaldi úr Landskassanum fyrr í ár.
Grótkastið á havnarlagnum í Hvalba fekk eisini so stóran skaða í eini ódn í vetur, at tað kostar einar 11 milliónir at gera aftur.
Men ætlanin er ikki, at Hvalbiar Kommuna skal hava endurgjald, eins og Skálavíkar kommuna hevur fingið.
Hetta skilja hvalbingar als ikki.
Hetta er at gera grovan mannamun siga bygdaráðslimir í Hvalba, sum hava gjørt vart við sína misnøgd hjá politikarum.
Og tað er greitt, at nú fíggjarlógin skal endaliga samtykkjast seinni í dag, er ætlanin at leggja uppskot fram um at játta Hvalbiar Kommunu tvær milliónir í endurgjaldi.
Ein av teimum, sum er við at leggja uppskotið fram, er Jaspur Vang, løgtingslimur, sum saman við Mikkjali Sørensen, Hergeiri Nielsen og øðrum, við, eru sinnaðir at rætta hendan mismun, sum teir málbera seg.
Men teir staðfesta samstundis, at tað er ongin trygd fyri, at hetta verður samtykt, tí samgongan hevur ikki avtalað nakað á hesum øki.
Teir viðganga, at hetta er lutfalsliga lítið endurgjald til Hvalbiar aftur ímóti endurgjaldinum til Skálavíkar, tí skaðin í Hvalba vær tríggjar ferðir so stórur, men teir meta, at hetta er tað frægasta, sum letur seg gera