Nú kunngjørt er, hvør stillar upp til kommunuvalið í Hvannasunds kommunu hesaferð, er greitt, at kommunan fær nýggjan borgarstjóra hin 1. januar komandi ár.
Katrin M. Næs, sum er borgarstjóri í kommununi, stillar ikki uppaftur. Tað er ein tíð síðan, at hon læt almenningin vita, at hetta verður seinasta skeiðið í kommununi á hesum sinni.
Á kommunuvalinum í Hvannasunds kommunu í 2020 var bara ein listi, soleiðis sum myndin niðast vísir, men til valið hesaferð eru tveir listar við fleiri valevnum at velja ímillum.
Valevnini hesaferð eru 15 í tali, og her eru bæði kvinnur og menn - úr ávikavist Hvannasundi og Norðdepli.
##med2##
Listi A:
Anna Arnfríðudóttir Andresen, sálarfrøðingur, Hvannasund
Andrias Lind Jacobsen, lesandi, Hvannasund
Dan Nysted, leiðari, Hvannasund
Karl Vilhelm Hansen, lærari, Hvannasund
Kristian Petersen, alari, Norðdepil
Malena Fredrikka Sivertsen, skipsførari, Norðdepil
Tóri Simonsen, skipari, Hvannasund
Listi B:
Dávid Thomsen, maskinmeistari, Hvannasund
Pól Fuglø, formaður, Norðdepil
Sjúrður Sivertsen, arbeiðsmaður, Hvannasund
Anna Klein Olsen, hjálparfólk, Hvannasund
Anna Miðalberg, hjálparfólk, Norðdepil
Myrna Lind Jacobsen, skúlastjóri, Hvannasund
Signar í Frammistovu, el-installatør, Hvannasund
Óli Lava Sirdal, lærlingur, Hvannasund
##med3##