Hvør skal skipa samgongu eftir næsta val?

Skal verandi samgonga halda fram, ella skulu vit kanska hava eina fullveldissamgongu?

Hvør skal skipa samgongu eftir næsta løgtingsval.

 

Hetta er spurningurin, sum verður viðgjørdur í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 seinnapartin í dag.

 

 

 

Tey, sum fara at kjakast um spurningin, eru Bárður Nielsen tingmaður fyri Sambandsflokkin, Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi og Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

 

 

Sostatt verður kjaksendingin í dag eitt framhald av sendingini seinasta mikudag og báðar sendingarnar byggja á eina veljarakanning, Fynd gjørdi fyri Sosialin fyri tveimum vikum síðani.

 

 

 

Óli Breckmann, sum skipar fyri sendingini, staðfestir, at enn er tað bara Javnaðarflokkurin, sum greitt hevur boðað frá, at hann vil ikki í samgongu við Fólkaflokkin, so tann møguleikin er útihýstur.

 

-  Fólkaflokkurin hevur ikki enn svarað aftur við einari tilsvarandi bannlýsing av Javnaðarflokkinum.

 

 

- Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, hevur sostatt útihýst eini ABC samgongu, ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, og hann hevur eisini útihýst eini ACE samgongu ímillum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum báðar eru royndar fyrr.

 

 

- Tað merkir, at ístaðin fyri fýra samgongumøguleikar, avmarkar Javnaðarflokkurin seg til at hava bara tveir, antin eina heimastýrissamgongu saman við Sambandinum og einum minni flokki, helst Sjálvstýrisflokkinum, sum annars í fleiri veljarakanningum hevur staðið til at missa umboðan á tingi.

 

- Tað verður trupult hjá eitt nú Framsókn, sum liggur uttarliga á sjálvstýrisveinginum at kasta saman við Javnaðarflokki og Sambandi.

 

- Á sama hátt ber illa til hjá Miðflokkinum at fara í eina sambandssamgongu, tí hann liggur sjálvstýrismegin og vil ikki vita av LGBT-rørsluni, sum Javnaðurin tekur undir við av heilum hjarta.

 

- So er spurningurin, um ein fullveldissamgonga ímillum Fólkaflokkin og Tjóðveldi klárar at manna neyðuga meirilutan á tingi.

 

- Men hvør skuldi so hin triði flokkurin verið, spyr Óli Breckmann?

 

 

Seinasta veljarakanningin gevur ikki Tjóðveldi og Fólkaflokkinum meiri enn 14, í mesta lagi 15 tingmenn, og so resta tveir í og tað kundi verið Miðflokkurin og ella Framsókn ella annar av teimum.

 

- Men ein 4-flokka samgonga skinklar ofta, tá enntá bert ein tingmaður kann halda allari samgonguni gísla.

 

 

Í kjakinum í dag verður eisini spurt um ein heimastýrissamgonga ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin er sannlík.

 

Tí missir Javnaðarflokkurin ein tingmann frá hesi veljarakanningini og fær 8 heldur enn 9 tingsessir, uttan at Sambandið fær hann ístaðin og fer úr 7 upp í 8 tingmenn, vanta aftur tvær atkvøður í meiriluta á tingi uttan hjálp frá minst einum minni flokki.

 

- Ein eyðsýndur møguleiki fyri samgongu eftir valið er tann borgarliga ABH-samgongan, sum nú situr.

 

- Hon kann halda fram, men so krevst minst ein tingmaður aftrat teimum 16, sum hesir tríggir flokkar fingu í veljarakanningini hjá Fynd og Sosialinum.

 

- Hvat hugsa umboð fyri Sambandið og Tjóðveldið um eina samgongu eftir løgtingsvalið?

 

- Velur Tjóðveldi eina sosialistiska samgongu, ella ein reyðan blokk saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn, ella eina sjálvstýrissamgongu við Fólkaflokkin og einum ella tveimum smærri flokkum.

 

- Vil Sambandsflokkurin hava eina heimastýrissamgongu saman við Javnaðarflokkinum og einum ella tveimum av teim smærru flokkunum?

 

- Ella er sitandi borgarliga samgongan ímillum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin verd at fara eftir eina ferð enn, verður spurt í kjakinum í dag.