Í morgin fer Løgtingið aftur til arbeiðis

Fýra mál eru á skránni til tingfundin í morgin klokkan 11.

Fyrsta málið er uppskot til samtyktar um luttøku hjá Føroyum í verjusemju.

 

Tað er eitt uppskot hjá Sambandsflokkinum, sum kemur til atkvøðugreiðslu við aðru viðgerð á tingfundinum. Meira kann lesast her

 

Næsta uppskotið er um at góðkenn landsroknskapin fyri 2022, sum er uppskot til samtyktar frá Løgtingsgrannskoðarunum. Meira kann lesast her

 

Síðani er mál um brekumboð, sum er lógaruppskot frá landsstýriskvinnuni í almannamálum. Meira kann lesast her

 

Fjórða og síðsta málið á skránni er uppskotið til løgtingslóg um Húsalánsgrunnin Tað er uppskot frá landsstýriskvinnuni, Ingilín D. Strø,, um heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg. Meira kann lesast her

 

 

 

Dagsskráin, týsdagur, 23. januar 2024, kl. 11:00

 

12. viðgerð LM-014/2023 - Uppskot til samtyktar um luttøku hjá Føroyum í verjusemju
21. viðgerð LM-054/2023 - Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2022
31. viðgerð LM-058/2023 - Uppskot til løgtingslóg um Brekumboð
41. viðgerð LM-059/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, økt lániheimild og útlendsk fígging, o.a.)
5Framløga