VIDEO: Strømsgodset fekk trý stig við sær úr Tróndheimi

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Strømsgodset 1-3 (0-1)

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset spældu í dag dyst á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini móti gamla liðnum hjá Áka D. Samuelsen, Ranheim.

 

Tað eydnaðist Strømsgodset at vinna dystin 3-1 og fáa trý stig við sær til Drammen. Í steðginum var Strømsgodset á odda 1-0.

 

Herman Stengel syrgdi fyri tveimum teimum fyrstu málunum hjá Strømsgodset. Tað fyrra var við einum brotssparki. Heimaliðið fekk spenning í uppgerðina aftur í 70. minutti. Men fáar minuttir undan dystarloki tryggjaði Bent Sormo Strømsgodset sigurin. Mattias kundi ikki gera nógv við málið hjá heimaliðnum, tá Maurice Sylva var blankafríur og fekk bóltin framvið honum. 

 

Strømsgodset hevði bóltin 67 prosent av tíðini, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn heimaliðið. Tískil var talan um ein uppibornan sigur.

 

Strømsgodset er fjórðfremst í deildini við 35 stigum. Teir hava tvey stig upp til oddaliðið, Haugesund, og bert eitt stig upp til Stabæk og Kongsvinger. So talan er um eitt hart uppflytingarstríð.

 

Sunnudagin 23. august spælir Strømsgodset dyst á útivølli í norsku steypakappingini móti Modum, ið spælir í fjórðbestu deildini. 

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Strømsgodset 1-3 (0-1):

 

##med2##