Kristján Loftsson, stjóri í Hvalur hf., sigur við Morgunblaðið, at felagið hevur biðið løgregluna í Reykjavík um avrit av skjølunum í Bandero-málinum, millum annað avhoyringum og øðrum kanningartilfari.
Men umbønin hevur ikki givið úrslit.
Sambært Kristjáni Loftsson hevur løgreglan víst á, at Hvalur hf. ikki er partur í málinum og tí ikki hevur rætt til at fáa skjølini.
Hvalur hf. metir hinvegin seg sjálvt og manningina á hvalabátunum sum órættaðan part í málinum.
Í umbønini til løgregluna biður Kristján Loftsson vegna Hvalur hf. um avrit av øllum kanningartilfarinum. Hann vil eisini hava at vita, hvørji lógarbrot verða kannað, og hvør eigur Bandero og hevur skipið skrásett.
Bandero er skip hjá Paul Watson-felagsskapinum, sum hevur verið í Íslandi í sambandi við mótmæli móti íslendsku stórhvalaveiðini.
Íslendskir myndugleikar hava givið skipinum siglingarforboð. Samgöngustofa hevur biðið eigaran um fleiri skjøl, sum skulu fyriliggja, áðrenn nýggj sýning kann gerast og siglingarforboðið møguliga verða sett úr gildi.
Í gjár skrivaði Morgunblaðið, at eigarin enn ikki hevði svarað myndugleikunum. Millum skjølini, sum mangla, eru altjóða málibræv hjá skipinum og váttan fyri, at AIS-skipanin virkar.
AIS-skipanin hjá Bandero hevur sambært Morgunblaðnum fleiri ferðir verið óvirkin við íslendsku strondina.
Kelda: Morgunblaðið











