Í mentanarvikuni í Fuglafirði kundi ÍF ígjár á facebookvanga felagsins kunngera góð tíðindi til fjeppararnar.
ÍF skrivar á facebookvanga sínum: - Ruben Møller Nielsen hevur í kvøld longt sáttmálan við ÍF í tvey ár. Sterki miðvallarin kom til ÍF í 2023 og hevur síðani verið ein týdningarmikil partur av liðnum.
Fryntligi danskarin hevur ikki bara víst síni góðu evni á vøllinum, men er eisini vorðin ein væl umtóktur partur av felagsskapinum.
Ruben hevur higartil leikt 77 dystir og skorað níggju mál fyri besta liðið hjá ÍF.
Við nýggja sáttmálanum fer Ruben nú undir sítt 5. og 6. ár í ÍF-búnanum, og tað eru vit í Fuglafirði sera glað fyri. Skrivar ÍF.
----------------------------------------------
Klokkan 17.30 spælir ÍF dyst móti FC Hoyvík á vøllinum í Fløtugerði.
ÍF er fjórðfremst í 1. deild við 33 stigum. FC Hoyvík er næstaftast við 19 stigum.
ÍF hevur tvær ferðir í ár vunnið á FC Hoyvík, báðu ferðirnar á útivølli í Hoyvík. 4. apríl vann ÍF 4-2, og 27. juni vann ÍF 2-1 á FC Hoyvík.
ÍF hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til ÍF liggja millum 1,42 og 1,48.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,40 og 4,80.
Oddsini upp á útisigur til FC Hoyvík liggja millum 4,75 og 5,40.
HER eru oddsini:
##med2##












